Amboðsfimleikur

Læruríkt dómaraskeið fyri føroyskum kvinnudómarum

28. sept. 2026 | Amboðsfimleikur

Um vikuskifti varð skipað fyri einum tveimum daga longum dómaraskeiði fyri føroyskum amboðs-kvinnudómarum.

Tað var danski toppdómarin í kategori tvey, Lucas Alexander Lindberg, ið stóð fyri skeiðnum. Skeiðið var bæði gott og læruríkt, og luttakararnir fingu nógv burturúr teimum báðum døgunum. Eisini vóru venjarar við á skeiðnum, sum fingu høvi at fáa eina betri fatan av dømingini, og hvussu reglugerðirnar verða nýttar í praksis.

Góðir dómarar eru ein týðandi partur av eini vælvirkandi kapping, og tí er menning av dómarum ein umráðandi uppgáva fyri Føroya Fimleikasamband. Við regluligari útbúgving, venjing og fakligum íblástri, fáa dómararnir betri fortreytir fyri at taka góðar avgerðir, og tryggja góða og rættvísa døming til kappingarnar.

Takk fyri hesuferð, og nú gleða vit okkum til komandi kappingarár.