Fimleikafagnaður

Fimleikafagnaðurin 2021

20. okt. 2021 | Fimleikafagnaður

”Halt teg burtur úr fjørðuni, annars kemur nykurin eftir tær. Banka uppundir borðið!”

Ja, kom niðan í Norðurlandahúsið tann 30. og 31. oktober, tí har verður fimleikafagnaður á skránni, og í ár er evnið nevniliga pátrúgv.Óttin fyri tí ókenda ella tí, sum vit halda vil okkum ilt, nevna vit ofta fyri pátrúgv.

Í fleiri ár hevur pátrúgv fylgt nógv í gerandisdegnum hjá føroyingum. Pátrúgv hevur spælt stóran leiklut í dagliga yrkinum, tá talan er um seyðahald, brúdleyp, jarðarferð og uppaling av børnum, eitt nú við at ræða tey við verum sum huldufólkum, vættrum og nykinum.

Enn í dag hongur pátrúgv við í gerandisdegnum: Ein eigur ikki at keypa sær nýggjar lutir fríggjadag, banka uppundir borðið tá tá ein jalig útala verður søgd, fyri at forða tí øvuta, spýta tá ein svørt ketta rennir yvirum vegin, 7-9-13. Ja, mangar eru útalurnar.

Annað hvørt ár fagnað vit fimleikinum við einum rimmar tiltaki, har feløg úr øllum landinum hava møguleika at vísa sínar dygdir gjøgnum fimleikin. Sum vanligt verður fimleikafagnaðurin hildin í Norðurlandahúsinum, har rúmið verður fylgt við alskins ljósi, litum, tónleiki og glaðum íðkarum í øllum aldri. Hvørt fimleikafelag hevur 12 minuttir við heilt upp til 100 íðkarar, har tey í ár lýsa, hvat júst teirra fatan av pátrúgv fevnir um. Hetta verður víst fram við rørslum, lopum, dansi og øðrum kreativum kynstri, har einans hugflogið setur markið.Til fagnaðin vísa fimleikafeløgini sítt hugflog og síni kynstur fyri óheftum dómarum, sum døma, hvat felag hevur havt ta bestu framsýningina til fagnaðan. Her verður útgangsstøðið m.a. tikið í fimleiki, koreografi, tónleiki, rørslum, gagnnýtslu av palli og ikki minst bestu tulkingini av pátrúgv.

Feløgini, ið luttaka í ár, eru Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Flog.
Keyp atgongumerki, áðrenn fríggjadagurin kemur, tí hvør veit, kanska hevur tað óeydnu við sær at bíða!

Atgongumerkir fáast til keyps á www.nlh.fo

Mynd: Haldur Suni Johansen