Amboðsfimleikur

Fimleikarar í München til EM

16. aug. 2022 | Amboðsfimleikur

Okkara bestu mansfimleikarar, Rani A. Dalsgarð og Aron D. Jacobsen, eru farnir til München í Týsklandi at umboða Danmark til EM í amboðsfimleiki.

Fyrireikingarvenjing ella podiumvenjing hevur verið í dag, og kappingin hjá monnunum byrjar hósmorgunin kl. 9 føroyska tíð. Aron skal kappast í øll amboðum (allround) og Rani kemur at kappast á gólvi.

Rani og Aron hava sín uppruna í HF og Rani er har enn. Aron venur í Danmark hjá Gefion, nú hann gongur í skúla í Keypmannahavn.  

Sum nakað nýtt er EM góðkenningin til HM.

Føroya Fimleikasamband er sera stolt av hesum ungu monnum og ynskja teimum góða eydnu í kappingini.

Leinki til meira um kappingina og streaming er her: 

https://www.munich2022.com/en?fbclid=IwAR1citgP_0vv0b75LRNa8bY4jJFwpabJl-gkS9glnDvQHFZykzeJJRjt2rk

https://www.eurovisionsports.tv/europeangymnastics/?fbclid=IwAR3KQIy9L0Nj6qjSKiMTxKQ9F2UaX_EOl7ZD6D28JV1xNGD481-jFs77F9s

h