Uncategorized

Fimleikurin á oyggjaleikunum í Orkney 2025

13. jul. 2025 | Uncategorized

Í gjár var setanin av oyggjaleikunum í Orkney. Okkara landslið luttók sjálvandi, við okkara 12 úttiknu fimleikarum.

Hetta eru oyggjaleikir nummar 20, og paradan var sera vøkur, hugtakandi og rørandi, og veðrið var framúr gott.

Frá vinstru: Heri, Rókur, Camelia, Ari, Maite, Bjarti, Marin, Ronja, Bjarki, Anna Sofía, Bjarki, Mia, Torleivur, Oddvør Alberta, Andreas og Pól Esper.

Í dag er venjing á skránni, og kapping verður mánadagin, hósdagin og fríggjadagin, og vit eru sera spent!

Til ber at síggja kappingina á youtube:

Annars deilur Fimleikasambandið loypandi løtumyndir og videobrot á sosialu miðlunum, og til ber eisini at lurta eftir einum oyggjaleika poddvarpi hjá KVF um fimleikin her: Oyggjaleikavarpið #3: Fimleikurin aftur við | Kringvarp Føroya

Koyr á Føroyar!