Estetiskur fimleikur

FM í estetiskum fimleiki

4. mai. 2023 | Estetiskur fimleikur

Høllin á Hálsi verður í vikuskiftinum karmur um FM í estetiskum fimleiki.

20 lið eru tilmeldaði kappingarnar. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum,
Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Leygardagin, 6. mai, byrjar undankappingin klokkan 13.
Sunnudagin, 7. mai, byrjar FM klokkan 13.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá kappingini sunnudagin.

Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja. Tey, ið ynskja at skriva karakterirnar niður, verða vinarliga biðin um at hava penn við.

Mynd: Jón K. Joensen