Uncategorized

FM í estetiskum fimleiki 2026

3. mai. 2026 | Uncategorized

Nú er bert ein vika til FM finaluna í estetiskum fimleiki, sum verður í Høllini á Hálsi í Havn. Innleiðandi kappingin verður leygardagin 9. mai kl 13.00, og finalan verður 10. mai kl 14.00.

Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag, Støkk og HF luttaka í kappingini við í alt:

Og sum nakað nýtt er avtala gjørd við Rás1, sum fer at at senda live frá finaluni sunnudagin. Leinkja verður tøk á okkara heimasíðu seinni í vikuni.

Dyrnar lata upp, sum vant, ein tíma áðrenn kappingin byrjar, og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Vit vóna at síggja nógvar glaðar áskoðarar, sum stuðla øllum liðunum, til allar kappingarnar.