Estetiskur fimleikur

Føroyameistarar 2025 í estetiskum fimleiki

18. mai. 2025 | Estetiskur fimleikur

20 ára jubilæum fyri estetiskum fimleiki varð hátíðarhildið í nýggju og flottu høllini við Tjarnir um vikuskiftið. Leygardagin 17. mai var undankapping, og í dag, sunnudagin 18. mai, var sjálv FM-finalan, har føroyameistararnir vórðu funnir.

Úrslitini gjørdust hesi:

Kvinnur stutt seria

Rósan

Pinkur

Vióla, Liva og Fípa

Smágentur

Nova, Lilja og Svalan

Gentur

Norma, Enya og Eira

Unglingar

Ara

Kvinnur

Mira og Lyra

Føroya Fimleikasamband vil ynskja øllum FM vinnarunum hjartaliga tillukku, og takka øllum fyri eitt fantastiskt kappingarár. Somuleiðis vil Føroya Fimleikasamband ynskja føroyska estetiska fimleikinum hjartaliga tillukku við 20 ára jubilæuminum.

Fleiri myndir síggjast á Facebooksíðuni hjá sambandinum.

Myndir: Andri Gerðisá