Estetiskur fimleikur

Fyrra steypakapping í Estetiskum

24. jan. 2024 | Estetiskur fimleikur

Leygardagin, 27. januar 2024, verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn.

Fýra feløg hava meldað luttøku við heili 20 liðum og 185 íðkarum. Feløgini, ið eru umboðað í kappingini eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Í alt koma 6 pinkulið at kappast, 6 smágentulið, 4 gentulið, 2 unglingalið og 2 kvinnulið.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Ongin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp kl. 12.00, og atgongumerkini kosta 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við.

Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.