Tíðindi

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

26. jan. 2022 | Tíðindi

Leygardagin, 29. januar, verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

13 lið eru tilmeldaði hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, FFS, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.30. Koronaatlit verða tikin. Kappingin verður eisini stroymd og leinki verður at finna her á síðuni.