Estetiskur fimleikur

Fyrsta steypakapping í 2025

24. jan. 2025 | Estetiskur fimleikur

So er tað klárt! Kappingarárið 2025 byrjar við fyrstu steypakappingini í estetiskum fimleiki, sum verður í Høllini á Hálsi í morgin, leygardagin 25. januar. Hetta er eitt serligt ár, tí fyri fyrstu ferð eru heilar tríggjar steypakappingar á skránni.

Kappingin byrjar kl. 12.45 við innmarsj og verður væntandi liðug umleið kl. 16.00.

Fýra feløg hava meldað luttøku við 21 liðum í alt. 5 pinkulið, 7 smágentulið, 5 gentulið, 1 unglingalið, 2 kvinnulið og eitt kvinnulið í short program fara at kappast og tey koma úr hesum feløgum:

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Prísurin er:

Fimleikafelagið Ljósið samskipar kappingina, og smásøla verður til frama fyri felagið.

Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.

Vit gleða okkum at síggja tykkum og skjóta estetiska fimleikaárið í gongd!