Góðkenningardagur í Bylgjuni fyri Støkk og í Fimi fyri Ljósinum
11. des. 2021 | Tíðindi
Nú korona ger um seg aftur, valdi FFS at deila góðkenningardagin upp, so at fimleikararnir hjá Støkk vóru í Bylgjuni i Runavík og Ljósið var í Fimi í Tórshavn.
Góðkenningardagurin í Bylgjuni byrjaði klokkan 12 og í Fimi klokkan 16.
Fimleikararnir deildu seg upp, so tey vóru 10 í hvørjum bólki og hildu frástøðu.
Góðkenning var í øllum 4 amboðunum hjá gentunum.
Fimleikararnir hjá Støkk, sum stóðu stig 1 vóru:
Aleksanda, Mona og Tinna.
Hesar hava staðið stig 2:
Lív og Miriam
Hjá Ljósinum stóðu hesar:
Stig 1:
Lusia, Marin Kristina, Natasja og Tórhild.
Stig 2:
Marjun og Sára.
Stig 3:
Meta.
Hesar koma at venja í nyggja stiðinum til komandi góðkenningardag, sum verður í januar.
Fyri fleiri av fimleikarunum var hetta fyrsti kappingar/góđkenningardagur, so spenningurin var í hásæti.