Amboðsfimleikur

Landsliðshópurin til felagsvenjing

12. sept. 2024 | Amboðsfimleikur

Nú er fimleika árið av álvara skotið í gongd.

Seinasta vikuskifti var ein felags venjing hjá landsliðshópinum, sum skal til Northern Europeans (NE) 19.-22. september. Og samstundis vandu eisini fleiri av okkara kappingarfimleikarum.

Tað vóru okkara donsku landsliðsvenjarar Louise B Jensen og Andreas P Bøgebo sum skipaðu venjingina, og koma tey at føra føroyska fimleika landsliði til tær altjóða kappingar, ið vit fara til hetta fimleikaárið.

Avtala er gjørd við landsliðsvenjaranar, at hesir eisini koma av vera partur av einari menning av venjarunum á amboð síðuni.

Harafturat verður skipað fyri venjaraskeiði fyri breiddarvenjarum komandi vikuskifti, sum verður í Høllini á Stórheyggi.

Vit gleða okkum til eitt spennandi kappingarár.