
Amboðsfimleikur
Landsliðshópurin í amboð til Oyggjaleikirnar á Orkney
26. mar. 2025 | Amboðsfimleikur Seinastu tíðina hevur Fimleikasambandið ment eina nýggja úttøkuskipan í samband við úttøku til landsliðið í amboð fimleiki, sum eisini er grundarlagið undir úttøkuni av oyggjaleikahópinum. Skipanin byggir á trý høvuðsøki:
- Undanfarnar kappingar: Úrslit frá undanfarnum kappingum telja ein triðing av samlaðu úttøkuni.
- Innanhýsis kapping: Ein innahýsis kapping, sum umfatar bæði FIG seriur og bundnu seriurnar til oyggjaleikirnar, har úrslitini frá kappingini samanlagt telja ein triðing av samlaðu úttøkuni.
- Landsliðsvenjingar: Hvussu íðkararnir hava ment seg, hvussu teirra arbeiðsháttur og eldhugi er í samband við landsliðsvenjingarnar, ið Fimleikasambandið skipar fyri, telur seinasta triðingin av samlaðu úttøkuni.
Við hesi nýggju skipan hevur Fimleikasambandið tryggjað, at úttøkan er bæði rættvís og grundað á fleiri ymiskar faktorar, sum geva eina heildarmynd av førleikunum hjá íðkarunum. Spenningurin hevur verið stórur, og øll hava gjørt eitt stórt arbeiði.
Tey, sum blivu útvald at umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar á Orkney seinni í ár, eru:
Kvinnur:
- Anna Sofía Højsted
- Maite Lív Neves Ellendersen
- Marin Danielsen
- Mia Højgaard
- Oddvør Alberta Kimsdóttir
- Ronja Johannesen
Menn:
- Ari Poulsen
- Bjarki í Jákupstovu
- Bjarki Johannesen
- Bjarti Skylv Hansen
- Rókur Sumberg Vestergaard
- Torleivur Christiansen
Vit eru sera spent, og ynskja øllum íðkarunum góða eydnu á Oyggjaleikunum á Orkney!