Tíðindi

Limafundur

30. jan. 2025 | Tíðindi

Í farnu viku skipaði Føroya Fimleikasamband fyri einum limafundi á Hotel Djurhuus, har endamálið var at styrkja samstarvið millum fimleikafeløgini í Føroyum og sambandið. Fundurin gav feløgunum høvi at hoyra um aktuell mál, ið arbeitt verður við, og samstundis koma við sínum íkasti.

Á skránni var bæði kunning og kjak. Formaðurin í Føroya Fimleikasambandi, Pól Esper Hansen, bjóðaði vælkomin og byrjaði við at greiða frá fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar 2025, sum verða í Orkney í summar. Síðani varð kunnað um Oyggjaleikirnar, sum vera í Føroyum í 2027, har Heri S. Lamhauge legði fram um tær uppgávur, sum liggja fyri framman, og hvussu arbeitt verður við fyrireikingunum.

Eftir ein stuttan steðg tók Elin Michelsen orðið og legði fram um møguleikan at hýsa eini estetiskari World Cup-kapping í Føroyum. Feløgini tóku sera væl undir við hugskotinum og vístu stóran áhuga fyri at stuðla tiltakinum.

Malan Mikkelsen hevði seinastu framløgna og kunnaði um arbeiðið við at dagføra reglugerðina fyri fimleikafagnaðin. Eisini varð tosað um fimleikagalla, og har var avgjørt, at fimleikagalla verður í Klaksvík í ár.

Fundurin endaði við opnum orðaskifti, har luttakararnir høvdu høvi at mingla, kjakast og samskifta um ymisk viðkomandi evni innan fimleikin. Tiltakið var sera væleydnað, og ætlanin er, at hesin limafundur verður afturvendandi, soleiðis at samstarvið millum feløgini og Føroya Fimleikasamband kann mennast enn meira í framtíðini.