Amboðsfimleikur

Mia úttikin til EM

28. mar. 2024 | Amboðsfimleikur

Seinastu árini hava fleiri føroyskir fimleikarar av álvara gjørt um seg, og ein teirra er 14 ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag. Seinastu árini hevur hon havt sera góð úrslit, og greitt er nú, at hon verður við á danska junior landsliðnum, sum fer til EM í Italia í mai mánað í ár.

Venjari hjá Miu heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel. Og venjarin á danska landsliðnum og hjá KG66 er Bernadett Balazs, eisini nevnd Ditti.

FFS ynskir Miu hjartaliga til lukku við úttøkuni!