Amboðsfimleikur

NM 2023

18. mai. 2023 | Amboðsfimleikur

Í morgun fór Fimleikasambandið til Helsinki í Finnlandi við fýra ungum fimleikarum. Tað eru Anna Sofía Bjarnastein Højsted, Mia Højgaard, David Hallson Dalsgard og Ari Poulsen, sum fara at umboða Føroyar í vikuskiftinum til NM, har tey fara at kappast um Norðurlendska Meistaraheiti. NM er ein amboðs kapping fyri Jounior og Youth.

Venjarnir sum fara við eru Rúni Lamhauge, frá Støkk, og Camelia M Mindricel, frá HF.

Tá fimleikasambandið fer til eina kapping sum hesa, skulu dómarar altíð vera við, og á hesum sinni er tað ein av okkara altjóða dómarum, Anna Margit Dalsgaard Thomsen, sum kemur at døma á kvinnusíðuni. 

Útlitini síggja góð út, so vit gleða okkum at síggja, hvussu tað fer at gangast okkara fimleikarum.

Fimleikasambandið ynskir teimum bestu eydnu til kappingina.