Amboðsfimleikur

NM finalan 2023

21. mai. 2023 | Amboðsfimleikur

Í dag vóru finalurnar í Finlandi. Ari fekk eitt sætta pláss í lop, við einum úrsliti á 10.663. Tann sum varð nummar 3 fekk 11.599, so tað var ikki so langt frá einari bronsu.

Hóast hini trý, sum vóru við, ikki rukku til nakað finalupláss, hava tey tikið seg nógv fram. Hetta hava verið nakrir spennandi dagar fyri tey, við fimleiki á einum støði, sum tey ikki hava kappast ímóti áður.

Føroya Fimleikasamband ynskir teimum hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum.