Tíðindi

Norðoya Sparikassa amboðskapping

16. okt. 2022 | Tíðindi

Sunnudagin, 6. november frá klokkan 13, skipar Havnar Fimleikafelag fyri eini amboðskapping í Fimi. Kappingin er fyri breiddarlið og fyrireikingarlið.

Øll kunnu luttaka, tó undantikið kappingaríðkarar í amboðsfimleiki. Íðkarar úr øllum fimleikafeløgum eru vælkomnir.

Kappingin verður býtt upp í tveir bólkar, soleiðis at breiddin kappast í einum bólki, og íðkarar á fyrireikingarliðum kappast í einum øðrum bólki.

Aldursbólkar, ið kappast, eru:

kl. 13.00–15.00: Gentur og dreingir 1.-2. fl.

kl. 15.30–17.30: Gentur og dreingir 3.-4. fl.

kl. 17.30–18.30: Gentur og dreingir 5.-6. fl.

kl. 17.30–18.30: Gentur og dreingir 7. fl. og eldri

Øll kunnu luttaka í fýra amboðumum.

Gentur kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og bita. Dreingir kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og ringum.

Nummar eitt, tvey og trý fáa handað heiðursmerki. 

Kostnaður er kr. 50 pr. luttakara. Áskoðarar sleppa ókeypis inn. 

Meira kunning um reglugerðir o.a. sæst á heimasíðu felagsins, www.hf.fo, ella niðanfyri her:

https://hf.fo/cms/EventOverview.aspx