Tíðindi

Norðurlendskur Fundur 2024

1. mar. 2024 | Tíðindi

Hetta vikuskifti verður árligur norðurlendskur fundur hjá norðurlendsku fimleikasambondunum. Og í ár er fundurin í Føroyum, og Føroya Fimleikasamband er vertur.

Sambondini ið luttaka á hesum fundi, og eru í samstarvinum eru umboðandi Føroyar, Danmark, Norra, Svøríki, Ísland, Finland og Svenska partin av Finlandi.

Endamálið við fundinum er at seta fokus á samstarvið millum norðurlendsku fimleika sambondini, og at seta karmar fyri, at sambondini kunnu læra hvør av øðrum. Harafturat verður millum annað orðaskifti um, hvussu norðurlondini í felag kunnu ávirka altjóða viðurskifti í fimleikahøpi, og eisini verður kappingin NM, Noðurlendaska Meistaraheiti, umrødd og viðgjørd.

Umboð hjá Føroya Fimleikasamband vera Pól Esper Hansen forfólk, Heri S. Lamhauge næstforfólk og Ninna Reinert Simonsen aðalskrivari.

Eisini verður góðkenningardagur í Bylgjuni í Runavík hetta vikuskifti, so nógv spennandi er á skránni hjá Føroya Fimleikasambandi hetta vikuskifti.