Amboðsfimleikur

North European Championship 2023

24. nov. 2023 | Amboðsfimleikur

Tíðliga í morgun fóru okkara røsku fimleikarar, Bjarki Johannesen, Torleivur Christiansen, Bjarki í Jákupstovu og Rókur Vestergaard, á flogvøllin. Teir skulu møtast í Danmark við Aron Jackobsen og Hjálmar Dalsgaard, sum báðir búgva og venja í Danmark. Síðani longur leiðin víðari til Helmstad í Svørríki, har teir fara at umboða Føroyar í North European Championship, sum verður í vikuskiftinum.

Í morgin, leygardagin 25. novembur, verður liðkapping og all round kapping. Kappingarnar eru kl 09:50-12:50 og so aftur kl 14:50-17:50 (føroyska tíð).

Competition MAG
RotationStart timeEnd timeFXPHSRVTPBHB
109:5010:20DENFROWAL
210:2010:50DENFROWAL
310:5011:20DENFROWAL
411:2011:50DENFROWAL
511:5012:20WALDENFRO
612:2012:50FROWALDEN
Competition MAG
RotationStart timeEnd timeFXPHSRVTPBHB
114:5015:20FINSWESCOISLNORENG
215:2015:50ENGFINSWESCOISLNOR
315:5016:20NORENGFINSWESCOISL
416:2016:50ISLNORENGFINSWESCO
516:5017:20SCOISLNORENGFINSWE
617:2017:50SWESCOISLNORENGFIN

Her er ein leinkja, til svenska fimleikasambandið, har kappingin verður streamað: www.gympabubblanplay.se

Finalurnar í teimum ymisku amboðunum vera sunnudagin, 26. november kl 11:05-15:00 (føroyska tíð).

Vit heppa uppá Føroyar!