Tíðindi

Nýggj starvsnevnd fullmannað

2. jul. 2023 | Tíðindi

Hósdagin 29. juni var ársaðalfundurin hjá Fimleikasambandinum. Trýggir nevndarsessir stóðu fyri vali, og Kristian, Tinna og Sólgerð, sum sótu í sessunum, valdu ikki at stilla upp aftur. Tiltakslimasessurin stóð tómur.

Rúna Olsen varð vald sum nevndarlimur og samskipari fyri breiddarfimleikin.

Elin Michelsen varð vald sum nevndarlimur og samskipari fyri estetisa fimleikin.

Eingin stillaði upp til nevndarsessin sum samskipari av fimleikafagnaði og fimleikagalla, og eingin stillaði upp sum tiltakslimur, og í tí sambandi góvu feløgini nevndini loyvi til at finna fólk til tómu sessirnar.

Malan Mikkelsen hevur takkað ja til at vera nevndarlimur og samskipari av fimleikafagnaðinum og fimleikagalla.

Linda Karbech í Hjøllum hevur takkað ja til at vera tiltakslimur.

Sostatt er nevndin nú fullmannað, og vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við sessunum, og síggja fram til eina góða og virkna starvsnevnd.

Samstundis takka vit Kristiani, Tinnu og Sólgerð fyri teirra arbeiði fyri Føroya Fimleikasamband.

(Malan og Linda vanta á myndini)