Tíðindi

Okkara Lea ársins ítróttasólstrála 2024

3. feb. 2025 | Tíðindi

Lea Sundberg Eliasen vann Ársins ÍróttaSÓLSTRÁLA 2024

Føroya Fimleikasamband er sera fegið um, at okkara Lea Sundberg Eliasen hevur vunnið heitið sum Ársins ÍróttaSÓLSTRÁLA 2024. Lea hevur víst einastandandi ídni sum íðkari, venjari og samskipari í Fimleikafelagnum Ljósinum, har hon leggur ein sera stóran eldhuga og orku í at menna fimleikin á estetisku síðuni. Bæði sum venjari, íðkari og korreograf.

Við sínum jaliga hugburði og góða felagsanda skapar Lea eitt umhvørvi, har øll kenna seg vælkomin og sum ein umráðandi part av felagnum. Lea hevur veruliga skarað fram í hesum sambandi og hevur á ein fyrimyndarligan hátt gjørt eitt dygdargott arbeiði fyri fimleikin í Føroyum.

Mia Højgaard innstillað til Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT 2024

Føroya Fimleikasamband innstillaði eisini Miu Højgaard til heitið Ársins Stjørnuskot 2024. Hóast hon ikki vann heitið, eru vit sera errin av henni og fegnast um, at hon var ein av teimum trimum, sum vóru útvald at vinna heiðurin.

Mia Højgaard, sum bert er 15 ára gomul, er ein framúrskarandi amboðsfimleikari, sum hevur sett Føroyar á heimskortið innan amboðsfimleik. Í farna ári hevur hon víst heilt serlig evni og gjørt vart við seg á altjóða stigi. Hon vann millum anna gull í øllum fýra amboðunum og allround í FM fyri kvinnuunglingar, og hon vann somuleiðis gull í juniorkappingini um Danmarksmeistaraheitið.

Mia hevur víst eitt sera høgt stig av dugnaskapi og dirvi, og hon er ein fyrimynd fyri ungar fimleikarar. Hennara ágrýtni, arbeiðssemi og nærlagni gera hana til eina av mest spennandi ungu fimleikavæntunum, og vit gleðast um at fylgja hennara menning.

Føroya Fimleikasamband ynskir Leu og Miu hjartaliga til lukku og takkar teimum fyri teirra megnar íkast og arbeiði fyri fimleikin í Føroyum.