Amboðsfimleikur

Oyggjaleikirnir 2023

2. jul. 2023 | Amboðsfimleikur

Í morgun sendi Føroya Fimleikasamband ein stóran hóp til Fimleika-Oyggjaleikir (International Island Games), sum verður í Álandi 3. til 8. juli.

Fimleikarnir sum luttaka á kvinnusíðuni eru:

Marin Danielsen (HF), Ronja Johannessen (HF), Gunnva Mørkore (HF), Astrid Breckmann (HF), Anna Sofía Bjarnastein Højsted (HF), Mia Højgaard (HF), Mia í Stórustovu (Ljósið).

Og fimleikararnir, sum luttaka á mannfólkasíðuni eru:

Aron Jacobsen (HF/Gefion), Bjarki Johannessen (HF), Hjálmar Dalsgard (HF/AIG), Teitur í Hjøllum (HF), Rókur Vestergaard (HF), Bjarki í Jákupstovu (Støkk), Ari Poulsen (Støkk). Tey koma at kappast baði sum lið og sum einstaklingar í øllum amboðum.

Landsliðsvenjarnir eru Rúni Lamhauge hjá dreinginum og Camelia Michaela Mindricel hjá kvinnunum. Tað eru 10 oyggjalond við til kappingina í ár, og luttaka heili 130 fimleikarar. Vit eru tó sera vónrík um nøkur góð úrslit hjá okkara fimleikarum, og gleða okkum at fylgja teimum.

FFS ynskir øllum góða eydnu við kappingini.