Estetiskur fimleikur

Seinna steypakapping í estetiskum

9. mar. 2024 | Estetiskur fimleikur

Í dag, 9. mars, verður seinna steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

Til hesa kapping verða úrslitini løgd saman við fyrri steypakapping, sum var í januar, og tað liðið ið hevur flest stig, er steypavinnari 2024.

Úrslitini frá fyrru steypakapping kunnu síggjast her: Úrslitini frá 1. steypakapping 2024 – Føroya Fimleikasamband (fimleikur.fo)

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Ongin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp kl. 12.00, og atgongumerkini kosta 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við.