Amboðsfimleikur

Skráin - Góðkenningardagur 15. november 2025

13. nov. 2025 | Amboðsfimleikur

Komandi leygardag, 15. november, verður fyrsti góðkenningardagur í hesum kappingarárinum, har fleiri enn 100 íðkarar fara at royna at koma upp í stigi og fyrireika seg til kapping. Góðkenningardagurin verður í Fimi í Havn.

Dagurin verður deildur upp í tvey, har stig 1 roynir seg fyrrapart og restin seinnapart.

Skráin fyrrapart

Skráin seinnapart

Atgongumerki kosta 50 kr fyri vaksin, og ókeypis er fyri børn undir 14 ár.

Havnar Fimleikafelag samskipar kappingina, og skipar fyri smásølu.

Úrslitini hjá íðkarunum verða víst á forsíðuni hjá Fimleikasambandinum her: Føroya Fimleikasamband – Føroya Fimleikasamband

Vit gleða okkum til ein góðan og spennandi dag, har íðkararnir kunnu royna seg og fyrireika seg til komandi kappingar.