Tíðindi
Skrivstovufólk til Føroya Fimleikasamband
27. mar. 2023 | Tíðindi Sum skrivstovufólk fyri Fimleikasambandið kemur tú at taka tær av fjølbroyttum uppgávum. Hesar fevna um vanligar fyrisitingarligar uppgávur, at vera við til fundir, at fyrireika og at vera við til kappingar, at taka tær av samskifti og kunning til feløg og miðlar umframt aðrar uppgávur, sum stinga seg upp.
Førleikar
Vit síggja fyri okkum, at tú:
- hevur miðnámsskúlaútbúgving, skrivstovuútbúgving ella líknandi,
- hevur góðan telduførleika,
- hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum,
- kanst arbeiða sjálvstøðugt,
- arbeiðir skipað
- og dugir at samstarva við nógv ymisk fólk.
Tú kemur eisini at taka tær av heimasíðu, Facebook og Instagram hjá sambandinum, so tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við hesum.
Tað er neyðugt, at tú hevur koyrikort og bil, tá tú kemur at koyra til kappingar við útgerð, og til fundir, sum kunnu vera kring landið.
Tað kann koma fyri, at tú mást avloysa kassameistaran, og tí er gott, um tú hevur royndir við bókhaldi.
Setanarviðurskiftir
Starvið er brøk 0,3 og verður sett skjótast møguligt. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, eitt nú vikuskiftir og kvøld. Eisini kann væntast, at fyrra hálvár hevur hægri arbeiðsbyrðu enn seinna hálvár.
Tú kemur at hava skrivstovu í ÍSF-húsinum í Havn. Løn verður sambært avtalu.
Freist
Freistin at søkja starvið er 10. apríl 2023. Umsóknir skulu sendast við telduposti til fimleikur@fimleikur.fo. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól Esper Hansen, formann, á 253888 ella á pol@fimleikur.fo.