Amboðsfimleikur

Skráin fyri FM 2025 í amboð

21. mai. 2025 | Amboðsfimleikur

Leygardagin 24. mai verður FM í amboð í Fimi í Havn.

Dagurin verður deildur upp í tvey, fyrra kapping er fyrrapart kl 10.00-13.00 og seinna kapping er kl 14.00-17.00.

Fyrripartur

Stig 5, stig 6, stig 7 og FIG

FIG: dreingir, mansunglingar og menn

Seinnipartur

Stig 4

Piltar og smádreingir

Vit gleða okkum at bjóða fimleikarum, foreldrum og fimleiksáhugaðum vælkomin til eina góða og spennandi kapping.

Havnar Fimleikafelag samskipar kappingina, og smásøla verður undir kappingini til gagns fyri felagnum.