Amboðsfimleikur
Steypakappingarnar í amboð
11. mar. 2022 | Amboðsfimleikur Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.
Kappast verður bæði leygardagin 12. mars og sunnudagin 13. mars.
61 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar, 32 dreingir / menn og 29 gentur / kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk, Ljósinum og FLOG.
Skráin leygardagin:
Kl. 10.00 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn. Hesi kappast í øllum amboðum.
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Amboðini, sum yngru liðini kappast í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini gólv, ringar og beinsveiggj.
Skráin sunnudagin:
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.
Atgongumerkjasølan byrjar hálvan tíma áðrenn kappingarnar byrja.
Fylgjast kann við úrslitinum á forsíðuni her á heimasíðuni.