Privatlívspolitikkur

Januar 2022

Dátuábyrgd hjá Føroya Fimleikasambandi

Vit viðgera persónupplýsingar og hava tí samtykt hendan politikk, sum stutt fortelur tær, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar.

Gjøgnumgangandi fyri okkara viðgerð er, at vit viðgera persónupplýsingar til ávís endamál og út frá lógligum áhugamálum. Vit viðgera einans persónupplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugir fyri at røkka ásettum endamálum, og vit strika tínar upplýsingar, tá teir ikki eru neyðugir longur.

Kontaktupplýsingar hjá dátuábyrgdaranum

Føroya Fimleikasamband er dátuábyrgdari, og vit tryggja, at tínir persónupplýsingar blíva viðgjørdir í samsvari við lógina á økinum. Kontaktupplýsingar:

Kontaktpersónur: Hjørdis Árnadóttir, skrivari

Bústaður: Eystara Bryggja 30

V-tal: 329002

Telefonnr.: +298 919919

Teldupostbústaður: fimleikur@fimleikur.fo

Heimasíða: www.fimleikur.fo

Viðgerð av persónupplýsingum

Vit viðgera fylgjandi persónupplýsingar:

Íðkaraupplýsingar:

Upplýsingar um samskiparar, venjarar og starvsfólk:

Her fáa vit upplýsingar frá

Vanliga fáa vit upplýsingar frá tær ella frá felagnum, har tú ert limur. Í nøkrum førum kann talan vera um aðrar keldur:

Endamálið hjá felagnum við viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Vit viðgera tínar persónupplýsingar til greið ásett endamál, tá vit hava eina lógliga heimild.

Lóglig heimild til at viðgera er serliga:

Endamálini:

Endamál við viðgerð av íðkaraupplýsingum:

Endamál við viðgerð av upplýsingum um samskiparar, venjarar, dómarar, nevndarlimir og starvsfólk:


Vit viðgera bara persónupplýsingar út frá lógligum áhugamálum

Í teimum førum vit viðgera tínar upplýsingar við støði í eini vigan av áhugamálum hjá okkum sett upp ímóti áhugamálum hjá tær sum skrásetta, vil viðgerðin einans vera motivera av lógligum áhugamálum sum t.d.:

Samtykki

Oftast vil okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum vera grundað á aðra heimild enn samtykki. Vit innheinta tí bert títt samtykki, tá tað er neyðugt fyri at viðgera tínar persónupplýsingar til tey endamál, sum eru lýst niðanfyri.

Um vit innheinta samtykki frá tær, er tað sjálvboðið, hvørt tú vilt geva okkum hetta, og tú kanst til eina og hvørja tíð trekkja títt samtykki aftur við at geva okkum boð um hetta.

Tá vit innheinta persónupplýsingar um børn og ung, gera vit eina meting av, um barnið sjálvt er ført fyri at geva neyðugu upplýsingarnar. Um ikki, so innheinta vit samtykki frá einum foreldri. Okkara aldursmark fyri hesum er í  útgangsstøðinum 15 ár.

Víðarilatan av tínum persónupplýsingum

Í sambandi við fimleikaaktivitet lata vit víðari upplýsingar um luttøku og úrslit til viðkomandi felagsskapir. Navn og úrslit verður eisini skrásett í skipan, sum er alment atkomulig. Navn og úrslit verða eisini latin fjølmiðlum eftir kappingar.

Víðarilatan av upplýsingum um samskiparar, venjarar, dómarar og starvsfólk fer í viðkomandi vavi fram til felagsskapir, sum sambandið er limur í. 

Vit geva ikki persónupplýsingar víðari til fyritøkur til marknaðarføring uttan títt samtykki.

Goymsla og strikan av tínum persónupplýsingum

Vit hava ymisk viðgerðarendamál og goymslutíðir alt eftir, um vit viðgera tínar persónupplýsingar sum íðkara, sum sjálvboðin nevndarlimur ella samskipari ella sum løntur dómari, venjari ella starvsfólk. 

Íðkari:

Vit ynskja at goyma tínar persónsupplýsingar av hesum orsøkum:

Óløntir nevndarlimir og samskiparar:

Vi ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið frá tú steðgar við tínum virksemi í sambandinum av hesum orsøkum:

Løntir dómarar, venjarar ella starvsfólk:

Vi ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið frá tú steðgar við tínum virksemi í sambandinum av hesum orsøkum:

Vit goyma tó upplýsingar um bæði íðkarar, samskiparar, nevndarlimir og venjarar til hagtøl og líknandi, so leingi tey hava eitt søguligt virði.

Tíni rættindi

Tú hevur eina røð av rættindum sambært lóggávuni, tá vit viðgera persónupplýsingar um teg:

Tú kanst gera brúk av tínum rættindum við at venda tær til okkum. Sí kontaktupplýsingar ovast.

Tú kanst eisini altíð klaga um viðgerðina til Dátueftirlitið.

Endurskoðan av privatlívspolitikkinum

Vit taka okkum rættin til at gera broytingar í hesum politikki, tá vit meta tað neyðugt. Í sambandi við broytingar vil dagfestingin ovast á skjalinum verða broytt. Tann til eina og hvørja tíð galdandi privatlívspolitikkur í sambandinum verður at finna á heimasíðu sambandsins.