Amboðsfimleikur

Úrslit frá NM 2023

19. mai. 2023 | Amboðsfimleikur

Í dag kappaðust Ari og David til NM í Finnlandi.

Tað var ein góð og lærurík kapping, og við at Ari gjørdist nummar átta í lop, kom hann víðari í finaluna. Har afturat hevur hann kvalifiserað seg til finaluna í gólv og beinsveiggj, og skal hann tí kappast sunnudagin í amboðs finalunum.

Úrslitini kunnu síggjast her:

Live Score – Sport Event Systems

Hetta er fyrstu ferð, at Ari og David hava kappast á altjóða støði, og vit vænta heilt vist at siggja hesar ungu menn aftur til tílíkar kappingar. 

Genturnar koma at kappast í morgin leygardagin, og tað gleða vit okkum eisini óført til.