Estetiskur fimleikur

Úrslit frá seinnu steypakapping í estetiskum fimleiki

11. mar. 2023 | Estetiskur fimleikur

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var seinnapartin í dag, 11. mars, í Bylgjuni í Runavík.

Úrslitini gjørdust hesi:

Pinkur:

Nr. 1: Nora hjá Havnar Fimleikafelag við 13,65. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 27,80.
Nr. 2: Aura hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 12,80. Samanlagt fingu tær 25,90.
Nr. 3: Nava hjá Støkk við 12,50. Samanlagt fingu tær 25,40.
Nr. 4: Vega hjá Ljósinum við 10,00. Samanlagt fingu tær 20,68.
Nr. 5: Liva hjá Støkk við 8,90. Samanlagt fingu tær 17,60.
Nr. 6: Alda hjá Havnar Fimleikafelag við 8,30. Samanlagt fingu tær 16,78.

Smágentur:

Nr. 1: Norma hjá Ljósinum við 15,15. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 30,37.
Nr. 2: Nala hjá Havnar Fimleikafelag við 14,45. Samanlagt fingu tær 29,05.
Nr. 3: Luna hjá Støkk við 13,40. Samanlagt fingu tær 27,82.
Nr. 4: Urða hjá Støkk við 13,30. Samanlagt fingu tær 26,52.
Nr. 5: Astra hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 11,90. Samanlagt fingu tær 24,25.
Nr. 6: Nita hjá Havnar Fimleikafelag við 11,40. Samanlagt fingu tær 24,23.

Gentur:

Nr. 1: Svalan hjá Støkk við 16,80. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 33,25.
Nr. 2: Mira hjá Havnar Fimleikafelag við 16,43. Samanlagt fingu tær 32,70.
Nr. 3: Ara hjá Ljósinum við 14,55. Samanlagt fingu tær 29,78.

Kvinnuunglingar:

Nr. 1: Rósan hjá Støkk við 21,47. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 43,00.
Nr. 2: Bjalla hjá Havnar Fimleikafelag við 21,08. Samanlagt fingu tær 42,36.

Kvinnur:

Nr. 1: Hulda Meliora hjá HF við 21,97. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 44,35.
Nr. 2: Lyra hjá Ljósinum við 21,33. Samanlagt fingu tær 43,90.
Nr. 3: Hulda hjá Havnar Fimleikafelag við 20,50. Samanlagt fingu tær 40,97.

Fleiri myndir kunnu síggjast á Facebooksíðuni hjá Fimleikasambandinum.

Myndir: Jón K. Joensen