Í dag var annar dagur í Inter Island Games kappingini, og kappaðust okkara fimleikarar í all-round kappingini ífylgi altjóða reglunum hjá FIG. Úrslitini hjá teimum vóru heilt einanstandandi, og vit eru so errin av teimum.
Íðkararnir kappaðust í øllum amboðum, og vinnarin varð tann, ið hevði flest stig í øllum samanlagt.
Aron D. Jacobsen vann kappingina hjá monnum sannførandi, við næstan fýra stigum frammanfyri næsta plássi.
Og Mia Højgaard vann silvur hjá kvinnum.
Hjá monnunum endaði Hjálmar Dalsgarð á fjórða plássi, bert 0,300 stig frá triðja plássi, og Bjarki Johannessen á fimta plássi.
Hjá Kvinnunum endaði Astrid Nanley Breckmann á fjórða plássi, bert 0,351 stig frá triðja plássi.
Vit vilja ynskja okkara fimleikarum hjartaliga tillukku við framúr flottu úrslitunum, og vit eru so spent at fylgja teimum aftur í morgin.
Í morgin verður finalan í teimum einstøku amboðunum. Hjá monnunum er Aron D. Jacobsen í finaluni í gólv, beinsveiggj, ringar, parallel barr og rekk. Hjálmar Dalsgarð er í finaluni í gólv, ringar og parallel barr. Rókur Vestergaard er í finaluni í beinsveiggj. Bjarki Johannessen er í finaluni í lop og rekk. Teitur Karbech í Hjøllum er í finaluni í lop. Hjá kvinnum er Astrid Nanley Breckmann í finaluni í lop, forskotin barr og gólv. Mia Højgaard er í finaluni í lop, forskotin barr, biti og gólv. Gunnvá Mørkøre er í finaluni í biti.
Vit ynskja teimum allar bestur eydnu við kappingini í morgin.
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!