Úrslitini frá triðja degi í Inter Island Games 2023
9. jul. 2023 | Amboðsfimleikur
Nú er seinasti dagur í Inter Island Games farin aftur um bak, og enn einaferð kunnu vit stór gleðast um sigurin til okkara fantastisku fimleikarar. Tað hevur verið ein støðug menning í fimleikinum, og eru úrslitini frá hesi kappingini, eitt tað besta úrslitið hjá føroyingum nakrantíð.
Í parallel barr vann Astrid Nanley Breckmann gull, við heili 10.733 stigum, og Mia Højgaard vann silvur við 10.500 stigum.
Tær báar vórðu eisini top trý í gólv, har Astrid vann gull við heili 12.200 stigum, og Mia vann bronsu við 12.00 stigum.
Astrid Nanley Breckmann og Mia Højgaard
Hjá monnunum vann Aron D. Jacobsen gull í beinsveiggj, við heili 12.500 stigum, sum var heili 1.100 stig frammanfyri annað plássið. Rókur Vestergaard vann deilt silvur við 11.400 stigum.
Aron vann eisini gull í ringum, við heili 12.350 stigum, sum var 850 stig framman fyri annað plássið. Og eisini vann hann gull í rekk, við 11.500 stigum.
Í parallel barr vann Bjarki Johannessen gull við heili 12.100 stigum, sum var 600 stig framman fyri annað plássið. Teitur Karbech í Hjøllum vann bronsu við 11.300 stigum.
Og í lop vann Bjarki silvur og Teitur bronsu. Teitur vann eisini bronsu í gólv.
Teitur Karbech í Hjøllum, Rókur Vestergaard, Aron D. Jacobsen og Bjarki Johannessen
Til hesa kappingina í Inter Island Games, hava okkara føroysku fimleikarar vunnið heili 40 heiðursmerki. 21 gull, 9 silvur og 10 bronsu. Vit kunnu tí ikki annað enn at vera stolt av framúrskarðandi góðu úrslitunum til hesa kappingina, og gleðast yvir menningina í amboðsfimleikinum. Hjartaliga tillukku við úrslitunum góðu tit.
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!