Tíðindi

Úrval letur 380.000,00 til amboðsfimleikin

26. jan. 2022 | Tíðindi

Í 2022 eru 1,7 millión krónur tøkar til úrvals ítróttarfólk. Av hesum fáa fýra amboðsfimleikarar tilsamans kr. 380.000,00. Tey eru Rani A. Dalsgarð, Astrid Breckmann, Aron D. Jacobsen og Hjálmar A. Dalsgarð. Tey eru øll á føroyska landsliðnum í amboðsfimleiki.

Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farnu tvey árini hava verið trupul, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

27 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2022, og søkt var um tilsamans 4,3 milliónir krónur.

ÍSF á teirra heimasíðu

Føroya Fimleikasamband ynskir okkara fimleikarum hjartaliga til lukku við stuðlinum, og vit gleða okkum at síggja framhaldandi menningina.