Amboðsfimleikur

Úrvalsstuðul til fimleikin

24. jan. 2024 | Amboðsfimleikur

Føroya Fimleikasamband gleðist um, at nevndin í Úrvali aftur í ár hevur valt at veita føroyskum fimleikarum ein part av úrvalsstuðulinum.

Úrval er ein grunnur hjá ÍSF, ið letur stuðul til tey mest evnaríku og bestu ítróttarfólkini í Føroyum. Hesin stuðulin er eitt sera gott ískoyti til menningina av einstøkum fimleikarum, og skapar hetta millum annað møguleika, fyri okkara fimleikarar, at luttaka í ymiskum kappingum og venjingarlegum runt í Europa.

Føroya Fimleikasamband vil ynskja Ronju Johannessen og Aron D. Jacobsen hjartaliga tillukku við stuðulinum og takka ÍSF og nevndini í Úrvali fyri stuðulin.