Estetiskur fimleikur

Væleydnað dómara- og venjaraskeið

2. okt. 2022 | Estetiskur fimleikur

Skipað varð fyri dómara- og venjaraskeiði innan estetiska fimleikin 17. og 18. septembur.

Undirvísarar vóru Meri Jaakkola og Mari Laineenoja úr Finnlandi. Báðar eru fyrrverandi fimleikarar og venjarar innan hesa grein og eru nú royndir altjóða dómarar og undirvísarar.

52 luttakarar vóru á skeiðnum, harav 12 dómarar og 40 venjarar úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Undirvíst var í reglugerðunum hjá børnum og vaksnum, og serliga í nýggju reglugerðini hjá kvinnuunglingum og kvinnum, sum kemur í gildi frá 1. januar 2023. Eisini fingu venjararnir góð hugskot til venjingar.

Eftirmeting var gjørd, og vóru allir luttakarar sera glaðir fyri skeiðið, og fingu nógv burturúr. Eitt ynski frá venjarunum var, at fáa meira at vita um venjing fyri at menna fimleikararnar.

Alt í alt eitt sera væl eydnað skeið við bæði praktiskum og teoretiskum inputti.

Her eru nakrar myndir frá skeiðinum: