Tíðindi

Vælkomin á nýggju heimasíðuna

26. jan. 2022 | Tíðindi

Loksins er nýggja heimasíðan hjá okkum liðug, men vit hava eisini roynt at gjørt okkum ómak.

Nýggja heimasíðan fer at verða snúningspunktið hjá okkum og okkara virksemi framyvir. Her verður kunning um kappingar, úrslit og tiltøk av ymsum slag umframt tíðindi og annað. Eisini fer at verða møguligt at stroyma kappingar beinleiðis á heimasíðuni, samstundis sum úrslit frá kappingum fara at verða víst beinleiðis.

Heimasíðan hevur stórar menningarmøguleikar, og fer eisini at verða útbygd enn meira við tíðini. Um tað er okkurt, sum tit sakna á heimasíðuni, ella okkurt, sum tit halda hevði verið skilagott, gagnligt og upplýsandi at havt á heimasíðuni, so mugu tit endiliga siga okkum frá.

Tað er Lunnar í Saltangará, sum er veitari av nýggju heimasíðuni, og Raclip hevur gjørt filmarnar.

Í sambandi við at nýggj heimasíða nú verður kunngjørd, verður samstundis avdúkað, at Føroya Fimleikasamband eisini hevur fingið nýtt búmerki. Nýggja búmerkið avloysir gamla búmerkið, sum var frá 1980. Nýggja búmerkið skal vísa heildina í fimleikinum í mun til gamla búmerkið, sum í størri mun ímyndaði amboðssíðuna av fimleikinum. Tað er Spor við Sasho Bjartsson, sum hevur gjørt nýggja búmerkið.