Tíðindi

Vaktarskifti í Føroya Fimleikasambandi

17. mai. 2023 | Tíðindi

Aðalskrivarin í Føroya Fimleikasambandi, Hjørdis Árnadóttir, sum hevur starvast hjá okkum síðan novembur í 2020, takkar fyri seg.

Vit í nevndini vilja takka Hjørdis fyri eitt serstakliga gott samstarv, og ynskja henni alt tað besta framyvir. Eisini vóna vit at síggja hana aftur í onkrari rollu hjá FFS í framtíðini.


Samstundis vil nevndin kunna um, at nýggjur aðalskrivari er settur í starvið. Tað er Ninna Reinert Simonsen.
Ninna er 29 ár, útbúgvin skrivstovufólk, og lesur samfelagsvísindi á Fróðskaparsetrinum. Eisini hevur hon royndir, sum eru viðkomandi til starvið. Vit í nevndini ynskja henni tillukku við nýggja starvinum, og síggja fram til eitt gott og fjølment samstarv.