Estetiskur fimleikur

World Cup í Finlandi

15. mar. 2024 | Estetiskur fimleikur

Fyrsta World Cup kappingin í estetiskum fimleiki í ár verður í Finnlandi um vikuskifti, og fýra føroysk lið luttaka.

Kvinnuliðini Hulda og Lyra skulu luttaka í senior kappingini har 15 lið úr 7 øðrum londum eru við, meðan unglingaliðini Rósan og Mira luttaka í unglingakappingini har 14 lið úr 9 londum eru við.

Vit ynskja teimum bestu eydnu.