
Nú nærkast til estetiska kappingarárið verður skotið í gongd við 1. steypakapping 2026, og vit gleða okkum sera nógv. Kappingin verður leygardagin 31. januar í Høllini á Hálsi í Havn.
Kappingin byrjar kl. 13.00 við innmarsj, og verður væntandi liðug umleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn, kl 12.00.
Liðini ið fara at kappast eru frá KFF, Ljósinum, HF og Støkk, og tilmeldað eru: 7 pinkulið, 6 smágentulið, 5 gentulið, 2 unglingalið og 2 kvinnulið.
Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Prísurin er:
Havnar Fimleikafelag samskipar kappingina, og smásøla verður til frama fyri felagið.
Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.
Vit gleða okkum at síggja tykkum og skjóta estetiska fimleikaárið í gongd!