
Komandi leygardag, 28. februar, verður 2. steypakapping í Badmintonhøllini í Klaksvík. Hetta er annað árið, at Klaksvíkar Fimleikafelag samskipar estetiska steypakapping, og vit gleða okkum sera nógv.
Kappingin byrjar kl. 13.00 við innmarsj, og verður væntandi liðug umleið kl. 16.00. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn, kl 12.00.
Liðini ið fara at kappast eru frá KFF, Ljósinum, HF og Støkk, og tilmeldað eru: 7 pinkulið, 6 smágentulið, 5 gentulið, 2 unglingalið og 2 kvinnulið.
Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Prísurin er:
Sum sagt samskipar Klaksvíkar Fimleikafelag kappingina, og smásøla verður til frama fyri felagið.
Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.
Góða eydnu øll somul, vit gleða okkum at síggja tykkum!