Vísandi til grein 7 í viðtøkunum hjá Føroya Fimleikasambandi, verður við hesum boðað til aðalfundar týsdagin 3. juni 2025, klokkan 19.00 í fundarhølinum í Bylgjuni í Runavík.
Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi.
Fundarskráin:
Uppskot til lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Tríggir nevndarlimir standa fyri vali, umframt tiltakslimurin. Hesir nevndarlimir hava ábyrgd av ávikavist estetiska fimleikinum, breiddar fimleikinum og fimleikafagnaðinum og fimleikagalla.
Innkomin uppskot og dagførd dagsskrá verða send út til feløgini 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot kunnu sendast starvsnevndini á fimleikur@fimleikur.fo.