Uncategorized

Atgongumerkjasøla til FM í estetiskum

11. mai. 2025 | Uncategorized

Nú er atgongumerkjasølan til FM í estetiskum fimleiki byrjað. Hetta verður fyrsta árið, at kappingin verður í stórhøllini við Tjarnir, og tað gleða vit okkum almikið til!

Undankappingin verður 17. mai kl 13.00 og finalan veðrur 18. mai kl 14.00.

Atgongumerkjasølan til kappingarnar er byrjað, og til ber at keypa atgongumerki á www.atgongumerki.fo.

Um tú vilt tryggja tær tey eitt gott pláss, er at skunda sær at keypa. Fronturin er øki G og F. Tó verður eisini gjørligt at keypa atgongumerki við dyrnar.

Fýra feløg hava meldað luttøku við 21 liðum í alt. 5 pinkulið, 7 smágentulið, 5 gentulið, 1 unglingalið, 2 kvinnulið og eitt kvinnulið í short program fara at kappast og tey koma úr hesum feløgum:

Kappingin leygardagin verður í einum – uttan steðg, og einasti karakterur, sum verður lisin, er hin samlaði.

Kappingin sunnusdagin verður skipað sum flestu kappingarnar í ár – í einum, við medaljuhandan aftaná.

Havnar Fimleikafelag samskipar kappingina, og smásøla til gagns fyri felagnum verður undir kappingini.

Atgongumerki til undankappingina fáast til keyps her: https://atgongumerki.fo/3270524/fm-undankapping-i-estetiskum-2025

Atgongumerki til FM finaluna fáast til keyps her: https://atgongumerki.fo/3270530/fm-i-estetiskum-2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.