Landsliðsvenjing mannfólkasíðan amboð
Sunnudagin 01/11-2026 kl 15:30 til 18:30 verður landsliðsvenjing í Bylgjuni í Runavík.
Sunnudagin 01/11-2026 kl 15:30 til 18:30 verður landsliðsvenjing í Bylgjuni í Runavík.
Mikudagin 4. november kl 18.00-20.30 verður skeið í estetisku reglugerðini hjá unglingum og kvinnum. Skeiðið verður í fundarhølunum Fransatoftir við Tjarnir, og lítið ábit verður. Beinta Danielsen og Elna Johannesen koma at hava skeiðið. Til ber hjá feløgunum at tilmelda 1-2 luttarar per lið. Undirvíst verður bæði í long program og short program.
Mánadagin 09/11-2026 kl 17:30 til 20:30 verður landsliðsvenjing í Fimi í Havn.
Mikudagin 11/11-2026 kl 17:30 til 20:30 verður landsliðsvenjing á mannfólkasíðuni í Fimi í Havn.
Verður í døgunum 14-15. November, 2026, í Aalborg.
Liðkapping í amboð verður í FIG og aldursbólkum í Bylgjuni í Runavík tann 9.-10. januar. Um nógv verða tilmeldað, kappast kvinnur og gentur leygardag, og menn og dreingir sunnudag. Endalig skrá verður tøk á heimasíðuni hjá fimleikasambandinum.
steypakapping verður í Bylgjuni í Runavík tann 23. januar 2027
Steypakapping í amboð verður í Fimi tann 6.-7. februar. Um nógv verða tilmeldað, kappast kvinnur og gentur leygardag, og menn og dreingir sunnudag. Endalig skrá verður tøk á heimasíðuni hjá fimleikasambandinum.
2. steypakapping verður í Badmintonhøllini í Klaksvík tann 20. februar 2027.
3. steypakapping verður í Høllini á Hálsi tann 20. mars 2027.
Smákapping er ein nýggj amboðskapping, ið FFS skipar fyri. Hendan kappingin er fyri teimum yngstu fimleikarunum, smápinkum og smápiltum, í aldursbólkinum 5-7 ár. Og hesi fáa øll medalju fyri luttøku. Kappingin verður í Fimi tann 17. apríl. Endalig skrá verður tøk á heimasíðuni hjá fimleikasambandinum.
FM í amboð verður í Bylgjuni í Runavík tann 8. og 9. mai 2027. Um nógv verða tilmeldað, kappast kvinnur og gentur leygardag, og menn og dreingir sunnudag. Endalig skrá verður tøk á heimasíðuni hjá fimleikasambandinum.