Fimleikagalla 2026 verður í Dansifrøði í Havn tann 13. juni 2026.
Ársaðalfundurin hjá Føroya Fimleikasambandi verður í Bylgjuni í Runavík tann 17. juni kl 19.00. Hvørt felag kann senda upp í 3 umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundinum umboða eitt fimleikafelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin og aðrar […]
Landsliðsvenjing verður sunnudagin 21. juni kl. 15:30–18:30 í Bylgjuni í Runavík. Atgongd til fimleikahøllina verður bert fyri íðkarum, landsliðsvenjarum og umboðum fyri Føroya Fimleikasamband. Tað er sera umráðandi, at fimleikararnir eru væl upplagdir og hava øll fimleikaamboð við sær, so sum handskar til ringar, rekk og forskotna barr. Landsliðsvenjingin 21. juni er somuleiðis ein úttøkuvenjing […]
NM verður í Mariehamn í Álandi: Gymnastikarena Åland, Verkaregränd 2, 22120 Mariehamn. Fyribilsskrá: Týsdag 21. juli: KomaMikudag 22. juli: VenjingardagurHósdag 23. juli: WAG AA og EQFríggjadag 24. juli: MAG AA og EQLeygardag 25. juli: FinalurSunnudag 26. juli: Fara
Landsliðsvenjing hjá monnum verður sunnudagin 23. august kl. 15:30–18:30 í Bylgjuni.
Sunnudagin 20/09-2026 kl 15:30 til 18:30 verður landsliðsvenjing í Bylgjuni í Runavík.
Danski top dómarin í kat 2, Lucas Alexander Lindberg, kemur at halda skeiðið yvir tveir dagar. Skeiðið er ætlað bæði nýbyrjarum og meira vandum dómarum, og verður skipað við praktiskum venjingum, kjaki og afturmelding. Eftir skeiðið hava luttakararnir eitt gott grundarlag at døma kappingar á landsstigi. Skeiðið er ókeypis og verður á Hotel Djurhuus (við […]
Sunnudagin 04/10-2026 kl 15:30 til 18:30 verður landsliðsvenjing í Fimi í Havn.
Sunnudagin 4. oktober kl. 16:00 verður kunnandi fundur fyri øllum føroysku fimleikafeløgunum um kappingarskipanirnar. Fundurin verður í Fransatoftum við Tjarnir í Havn.
Mikudagin 7. oktober kl 18.900-20.30 verður skeið í estetisku reglugerðini hjá pinkum, smágentum og gentum. Skeiðið verður í fundarhølunum Fransatoftir við Tjarnir, og lítið ábit verður. Beinta Danielsen og Elna Johannesen koma at hava skeiðið. Til ber hjá feløgunum at tilmelda 1-2 luttarar per lið.
Sunnudagin 11/10-2026 kl 15:30 til 18:30 verður landsliðsvenjing í Bylgjuni í Runavík.