Tíðindi

Fimleikaframsýningar kring alt landið komandi vikuskifti

19. mar. 2026 | Tíðindi

Vártíðin er nú komin, og tað merkir, at árligu fimleikaframsýningarnar aftur eru á skránni kring alt landið.

Komandi vikuskifti verður serliga hugaligt hjá fimleiksáhugaðum, tí fleiri feløg hava sína árligu fimleika framsýning.

Tvøroyrar Fimleikafelag fer at hava sína árligu framsýning leygardagin tann 28. mars í høllini í Trongisvági. Sí skránna her.

Klaksvíkar Fimleikafimleikafelag hevur sína árligu framsýning í Batmintonhøllini sunnudagin 22. mars. Sí skránna her.

Í Fuglafirði hevur Fimleikafelagið Flog sína árligu framsýning á Kambsdali sunnudagin 22. mars. Sí skránna her.

Í Runavík hevur fimleikafelagið Støkk heili seks framsýningar, har fýra eru leygardagin 21. mars og tvær sunnudagin 22. mars. Sí skránna her.

Havnar Fimleikafelag hevur tríggjar framsýning í Stórhøllini við Tjarnir leygardagin 21 mars. Sí skránna her.

Fimleikafelagið Ljósið hevur sína árligu framsýning í Høllini á Hálsi leygardagin 22. mars. Sí skránna her.

Framsýningin hjá Vága Fimleikafelag var í ítróttahøllini í skúlanum á Giljanesi leygardagin tann 15. mars. Sí skránna her.

Føroya Fimleikasamband fegnast um alt tað góða arbeiðið, ið liðini gera fyri fimleikin í Føroyum. Vónandi vera nógv fólk at síggja til allar framsýningarnar komandi vikuskifti.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.