Í gjár var setanin av oyggjaleikunum í Orkney. Okkara landslið luttók sjálvandi, við okkara 12 úttiknu fimleikarum.
Hetta eru oyggjaleikir nummar 20, og paradan var sera vøkur, hugtakandi og rørandi, og veðrið var framúr gott.
Í dag er venjing á skránni, og kapping verður mánadagin, hósdagin og fríggjadagin, og vit eru sera spent!
Til ber at síggja kappingina á youtube:
Annars deilur Fimleikasambandið loypandi løtumyndir og videobrot á sosialu miðlunum, og til ber eisini at lurta eftir einum oyggjaleika poddvarpi hjá KVF um fimleikin her: Oyggjaleikavarpið #3: Fimleikurin aftur við | Kringvarp Føroya
Koyr á Føroyar!