Ein sera góð kensla í dag. Kvinnurnar vunnu liðkappingina sannførandi við heili 2,05 stigum, framman fyri Isle of Man.
Menninir kappaðust fyrrapart í dag, har teir megnaðu at vinna heili fimm gull heiðursmerki og tvey silvur: https://www.fimleikur.fo/ambodsmenninir-vunnu-stort/
Hesi framúrskarðandi góðu úrslit geva okkum góðar vónir til FIG kappingina, sum verður hósdagin og fríggjadagin.
Kappingin hjá kvinnunum byrjar kl 12.30 og kappingin hjá monnunum byrjar kl 16.00.
Til ber at síggja kappingina her: Orkney 2025 Island Games – Gymnastics – 17/07/2025
Úrslitini kunnu síggjast her: Island Games Results Orkney 2025 | Medal Winners
Nú verður gott hjá okkara dugnaligu íðkarum at fáa ein væl uppibornan frídag, har tey kunnu njóta tað góða veðrið eftir hetta fantastiska gullregnið.