Nú eru Oyggjaleikirnir lidnir á hesum sinni, og leiðin gongur aftur heim til Føroya. Hetta hava verið einir sera góðir leikir, og okkara fimleikarar hava vunnið stórt – heili 29 heiðursmerki. 15 gull, 8 silvur og 6 bronsu.
Hetta er besta úrslitið hjá fimleikinum nækrantíð. Vónirnar vóru góðar, tá vit fóru, tí vit vistu vit fóru avstað við einum sterkum bólki av fimleikarum, men so góð úrslit kann man bara droyma um at fáa. Vit eru sera stolt, og sigurin er eisini uppiborin eftir alt tað harða arbeiðið, ið fimleikararnir og venjarar teirra hava gjørt.
Fyrireikingirnar hava verið miðvísar og drúgvar, við einum leisti, har venjararnir hjá feløgunum hava staðið fyri dagligu venjingini og fyrireikingunum, og síðani eru landliðsvenjararnir, ið koma úr Danmark, komnir upp og havt felagsvenjingar og úttøku.
Føroya Fimleikasamband vil ynskja øllum hjartaliga tillukku við framúr góðu úrslitunum, og takka fyri allan stuðul og uppbakking, ið vit hava fingið á og ikki minst uppundir túrin. Og eitt serligt takk til Ítróttasamband Føroya, landsliðsvenjararnar, venjararnar hjá feløgunum og foreldrini, sum hava arbeitt hart teir nógvu seinastu mánaðirna. Og ikki minst eitt serliga stórt takk til Camelia Mindricel, Djóna Sakariasson og Rúna Lamhauge ið hava staðið fyri at venja og fyrireika fimleikararnar til oyggjaleikirnar.