
Hansina er ein sólstrála, sum fær felagið at blóma. Hon er ein sólstrála í orðsins besta týdningi, spreiður gleði, ró, jaliga orku og er ein fyrimynd fyri bæði børn, ung og vaksin.
Øll børnini í Flog kenna Hansinu, bæði tey stóru og tey heilt smáu. Tvær fittar smágentur søgdu við KVF í sendingini Ítróttafagnaðurin 2025, at Hansina hjálpir teimum, um tað er okkurt, lovar teimum at gera seriu, og so er hon ordiliga fitt.
Hansina Nesá er 17 ára gomul og er venjari í Flog, og millum annað gjørdi hon alla framførðsluna, sum Flog luttók við í Fimleikafagnaðinum við í november 2025.
Umboð frá Flog siga um hana, at hon er ótrúliga kreativ, blíð, lítillátin, dugur at hava nógvar bóltar í luftini í senn, og at fáa alt at fungera. Og hetta kom sera væl fram í framførðsluni hjá Flog í fimleikafagnaðinum 2025.
Flog sigur eisini um hana, at øll foreldur vildu ynskt at havt Hansinu sum venjara á liðinum hjá teirra barni, tí hon er so væl dámd.
Slíkar sólstrálur hava so ómetaliga stóran týdning fyri at fáa feløg at blóma, og Føroya Fimleikasamband frøðist um íkastið, hon leggur í Fimleikafelagið Flog.
Hjartaliga tillukku við væl uppiborna heiðrinum sum ársins ítrórrasólstrála 2025, góða Hansina Nesá.